Innanlands

Sosialistisk Ung finst hvassliga at uppskotinum hjá egna flokki

Ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum er komið við mótmælisskrivi. - Um grundgevingin er, at lív verða sett í vanda, so kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hví eitt starv, sum arbeiðir við lívum í vanda, ikki fær góðar treytir og løn frá byrjanini

Nógv fólk í løgtinginum, har tað hevur verið ein langur dagur. Alt bendir á, at tað eydnast Løgtinginum at leggja uppí - nakað sum SU als ikki heldur er rætt (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv fólk í løgtinginum, har tað hevur verið ein langur dagur. Alt bendir á, at tað eydnast Løgtinginum at leggja uppí - nakað sum SU als ikki heldur er rætt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein dramatiskur dagur í Løgtinginum. Um eina lítla byrjar triðja viðgerð av uppskotinum frá landsstýrinum um at leggja uppí verkfallið og við lóg at fáa neyðugar sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis aftur í Sjúkrahúsverkinum. Eftir aðru viðgerð bendir alt á, at nógv umtalaða uppskotið verður samtykt.

Les eisini: Løgtingið samtykt at leggja uppí verkfallið

Hetta kann millum annað hava við sær samhugaverkfall. Støðan er ikki ikki álvulig - í sjúkrahúsverkinum ella í sambandinum millum tað almenna og landsstýrið.

Ónøgd er eisini í baklandnum hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið hjá størsta flokkinum á tingið - flokkinum ið eigur uppskotið - finst í almennum skrivi seinnapartin hvassliga at, at løgtingið leggur uppí fakfelagsstríðið.

Tey lýsa tað sum eina trupla støðu í samfelagnum, og ein trupulleika at umsorganarøkir ikki fær virðing.

- Vit kenna ikki krøvini og vit kenna ikki tølini, men vit kenna týdningin. Tískil, skulu vit veita teimum tað minsta; virðing fyri ónøgd, virðing fyri verkfallið. Um grundgevingin er, at lív verða sett í vanda, so kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hví eitt starv, sum arbeiðir við lívum í vanda, ikki fær góðar treytir og løn frá byrjanini av.

SU fer eisini so langt sum at skriva, at arbeiðsgevarin - sum noktar sjúkrarøktafrøðingunum rættvísa løn - setur lív í vanda. Staðfest verður, at tey í Sosialistisk Ung standa við fakfelagsrørsluni, og teirra rættindum til verkfall.

[object Object]

Les alt skrivið niðanfyri her: 

SU finst hvassliga at, at løgtingið leggur uppí fakfelagsstríðið

Føroyska samfelagið stendur í truplari støðu. Sjúkrarøktarfrøðingar hava nú verið í verkfalli í nærum 1 mánað, og nú er verkfallið enntá hert. Orsøkin er greið: Tey ynskja betri kor og nøktandi løn til tað arbeiðið, tey útinna.

Vit hava sæð nú ferð eftir ferð gjøgnum árini, at umsorganarøkir eru ónøgd við løn í mun til arbeiði. Um man bert hyggur út frá tølum, kann tað vera ringt at síggja: búskapur verður roknaður í tølum, og at umrokna umsorgan til krónu og oyru er ikki bara bara - virði verður ikki bert útroknað frá, hvussu tað økir um BTÚ. Ringt er tó ikki at síggja støðuna í samfelagum.

Vit kenna ikki krøvini og vit kenna ikki tølini, men vit kenna týdningin. Tískil, skulu vit veita teimum tað minsta; virðing fyri ónøgd, virðing fyri verkfallið.

Um grundgevingin er, at lív verða sett í vanda, so kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hví eitt starv, sum arbeiðir við lívum í vanda, ikki fær góðar treytir og løn frá byrjanini av. Tá ið sjúkrarøktafrøðingar streyka fyri at fáa rættvísa løn, eru tað ikki tey sum seta lív í vanda. Tað er arbeiðsgevarin, sum noktar teimum rættvísa løn, sum setur lív í vanda.

Við virðing fyri arbeiðsmarknaðinum, og við virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum, standa vit í Sosialistisk Ung við fakfelagsrørsluni, og teirra rættindum til verkfall.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder