Tað eru ikki øll, ið taka at verða sett í sóttarhald í nóg stórum álvára. Og tað er ein stór avbjóðing í mun til at avbyrgja koronasmittuna í Føroyum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
– Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald. Skulu vit avmarka koronasmittuni í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara, sigur landslæknin.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.
– Tað verða brúktir stórir stavir – bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur hann.
Fyrsti tilburðurin í Føroyum varð staðfestur 4. mars, og síðan tá eru 17 tilburðir skrásettir afturat, og fleiri hundrað kanningar eru gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald