2023-09-16 11:53
Fríggjamorgunin kannaði løgreglan ferðsluna til og frá skúlanum á Giljanesi, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.
Ein koyrdi á prutli, hóast hann ikki hevði aldur at koyra, og hetta fer løgreglan at hava eitt álvarsligt prát við foreldrini um, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari koyrdi uttan trygdarbelti, og tveir aðrir bilførarar høvdu ikki syrgt fyri, at børnini høvdu neyðugu trygdarútgerðina, og tað fáa teir eitt klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald