Mentan

Soul-drotningin liggur fyri deyðanum

Aretha Franklin er álvarsliga sjúk

2018-08-14 09:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanska soul sangarinnnan, Aretha Franklin, er álvarsliga sjúk. Fólk tætt at sangarinnuni, sum ofta verður kallað drotningin av soul tónleiki, siga, at Franklin ikki hevur nógvar dagar eftir á hesi fold.

76 ára gamla Aretha Franklin liggur á sjúkrahúsi í Detroit, har hennara nærmasta familja er savnað um hana. Sangarin hevur leingi havt trupulleikar við heilsuni og fekk staðfest krabbamein í 2010. Hon hevur fyrr avlýst fleiri konsertir vegna heilsutrupulleikar, men hesa ferð er talan um meiri enn bert at avlýsa konsertir, skrivar heimasíðan Showbizz 411.

Aretha Franklin gjørdist heimskend við sangum sum “Respect” og “Say a little prayer”. Í november framførdi Aertha Franklin til Elthon Johns AIDS Foundation í New Yokr. Ta ferðir boðaði hon frá, at hetta var hennara síðsta konsert.

Yrkisleiðin hjá Aretha Franklin spennir seg yvir meiri enn seks áratíggju, hon hevur vunnið 18 Grammy Awards og selt fleiri enn 75 milliónir fløgur. Í 1987 varð hon fyrsta kvinnan, sum fekk tann heiður at verða innlimaður í “Rock and Roll Hall of Fame”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder