Hósdagin 17. apríl 2019 verður hátíðarløta við Parkina á Sandinum í Vági, tá spakin verður settur í fyri nýggja næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.
Virksemi á Ítróttaháskúlanum byrjaði í august 2016, tá 17 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúla í Vági.
Áhugin fyri at sleppa til Vágs á Ítróttaháskúla verður eisini endurspeglaður í, at skeiðini í 2018 vóru fullsett. Skeiðini í 2019 eru fullsett, og tað er nærum fullsett til vársskeiðið 2020 og nógvar tilmeldingar eru eisini til heystskeiðið 2020.
Síðan á vári 2017 hevur verið arbeitt miðvíst við ætlan um næmingbústað til Ítróttaháskúlan. Á sumri 2017 gjørdist Bústaðir partur av ætlanini og saman við Bústaðir er ætlanin ment, soleiðis at tað nú er klárt at fara undir sjálva byggingina av næmingabústaðinum til Ítróttaháskúlan. Tað eru Kontrast arkitektar, sum hava teknað bygningin. Bústaðir letur byggja næmingabústaðin, og byggifyritøkan Norcon skal byggja næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy vesturi við Parkina á Sandinum í Vági, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Hósdagin 17. apríl verður í hesum sambandi hátíðarløta, tá spakin verður settur í til hesa spennandi verkætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald