Innanlands

Spakin verður settur í til neyst og motorsavn

Kalla inn til kunnandi fund um Drivið á Fossánesi í hóskvøldið

2023-09-05 13:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanin við at byggja nýtt neyst til bátarnar hjá Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag og til Norðoya Bátasavn er komið somikið áleiðis, at nú er klárt at seta spakan í.

Kallað er inn til almennan kunningarfund um verkætlanina hóskvøldið. Fundurin verður í Skúlanum á Fossánesi hóskvøldið klokkan 19.

Eftir tað verður farið yvir um sundið til Sandoyrabug, har spakin verður settur í, skrivar róðrarfelagið í fráboðan.

Umframt at vera heimstaður hjá kappróðrarbátunum hjá Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag, skal bygningurin eisini hýsa Norðoya Motorsavni.

Drivið

Fyrr í summar varð skipað fyri kapping um navn til nýggja bygningin. Ein dómsnevnd metti um tey átta uppskotini, sum komu inn, og valdi at navnið skal vera Drivið. Páll Isholm í Gøtu átti uppskotið.

Orðið driv hevur nógvar ymiskar týdningar, sum samanlagt peika á virksemið, sum hetta fjøltáttaða trivnaðar- og virkisøkið skal hava í nærumhvørvinum í framtíðini, verður sagt.

Orðið merkir m.a. ágrýtni og áræðið. Tað er driv í teimum. Hetta er uttan iva skilt við sagnorðið at dríva á og enska orðið ‘drive’, sum eisini verður brúkt í føroyskum høpi. T.d. hon/hann hevur eitt øgiligt dreiv. Hetta er uppløgd tilsiping til kappróðurin.

Orðið merkir eisini motorur. Báturin letur drivini ganga. Úr donskum kenna vit eisini orðið drev. Hetta er sjálvandi uppløgd tilsiping til motorsavnið.

Orðið kann harafturat merkja at taka tað róligt og ganga á drivi. Eisini kenna vit orðingina: báturin er lagdur á driv. Hetta hóskar sera væl til ætlanirnar um, at hetta skal gerast eitt øki fyri frítíðarvirksemi í nærumhvørvinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder