Uttanlands

Spania setur avmarkingar í gildi aftur

Heilsumálaráðharrin sigur at økt virksemi í náttarlívinum er ein av orsøkunum til at smittuspjaðingin økist aftur.

Spanski heilsumálaráðharrin María José Sierra. (Mynd: EPA)

Spanski heilsumálaráðharrin María José Sierra. (Mynd: EPA)

2020-07-24 10:41 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Í Spania traðkar man nú eitt stórt fet aftur í samband við at lata landið upp aftur eftir koronakreppuna. Teir seinastu dagarnir er talið á smittaðum í suðurevropeiska landinum vaksið aftur, og tí seta fleiri økir í Spania nú avmarkingar í gildi aftur, eftir at tær annars vóru settar úr gildi fyri ikki so langari tíð síðan, tað skrivar CNN.

Tað er millum annað í landspartinum Aragón norðarliga í landinum, har íbúgvarnir í fleiri økjum verða bidnir um ikki, at fara úr nærøkinum, uttan so at tað er heilt neyðugt.  

Tað er bannað at savnast meira enn tíggju persónar, eins og barrir og matstovur eru noydd til, at avmarka talið av vitjandi.

Harafturat verður mælt til, at allir íbúgvarnir í økinum kring høvuðsstaðin Madrid skula ganga við masku í egnum heimi, um tey hava havt vitjan av øðrum enn teimum, tey búgva saman við.

Spania hevur frammanundan strangar reglur tá tað kemur til maskur. Í Madrid er tað longu kravt av øll skulu vera í masku tá tey eru uttandura, um man ikki kann hava hálvanannan metur fjarstøðu til onnur.

Spania skrásetti mikudagin 971 nýggjar tilburðar, sum er tað hægsta síðan 8. mai. Landsparturin Aragón skrástti heili 422 av hesum tilburðum, meðan Katalonia eisini er hart rakt, boðar spanski heilsumálaráðharrin María José Sierra frá. Hon heldur eisini at økta sittuspjaðingin millum annað kemur av spanska náttarlívinum.

-í hesum døgum síggja vit eina øking, orsaka av virksemi í náttarlívinum, veitslum og sosialum samlingum. Tað eru støður, ið vit serliga bera ótta fyri, tí tær eru torførar at hava tamarhald á. Segði hon mánadagin.   

Í Spania eru 270.166 tilburðir skrásettir, meðan 28.429 hava latið lív við Covid-19, sambært tølunum frá John Hopkins University.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder