Seinasta samdøgrið eru 637 fólk deyð við koronasmittuni í Spania. Tað er minni enn dagin fyri.
Hóast talan enn er um eitt høgt tal, er talan um eina jaliga gongd í Spania. Í dag er fjórði dagur á rað, at talið á nýggjum andlátum er minkað.
Býtið seinastu dagarnar sær soleiðis út:
- Hósdagin: 950
- Fríggjadagin: 932
- Leygardagin: 809
- Sunnudagin: 674
Tilsamans 13.055 fólk eru deyð við koronasmittuni í Spania, sum er eitt av harðast raktu londunum í heiminum, sambært tølum frá Johns Hopkins University. Um allan heimin eru nú uml. 70.000 deyð við koronasmittuni.
Samlaða talið á skrásettum tilburðum í Spania liggur beint uppiyvir 135.000.
Spania og Italia eru harðast raktu londini í Evropa, og seinastu dagarnar er talið av nýggjum andlátum í sambandi við smittuni minkað í báðum londum, skrivar Ritzau.
Spanska stjórnin sigur í dag, at ætlanir eru um at kanna nógv fleiri fyri koronasmittuna, enn higartil. Fólk, ið ikki vísa sjúkueyðkenni, skulu eisini kannast.
Hvørja viku framleiða spanskar fyritøkur 240.000 sonevndar test-kits, sum skulu tryggja, at myndugleikarnir kunnu byrja at kanna fleiri fólk.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald