Uttanlands

Spania: Talið á staðfestum tilburðum farið uppum 200.000

4.266 tilburðir afturat eru staðfestir seinasta samdøgrið – Bert USA hevur skrásett fleiri tilburðir

Plaza Mayor í spanska høvuðsstaðnum Madrid (Mynd: EPA)

Plaza Mayor í spanska høvuðsstaðnum Madrid (Mynd: EPA)

2020-04-20 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fór talið á staðfestum koronatilburðum í Spania uppum 200.000, eftir at 4.266 tilburðir eru lagdir afturat seinasta samdøgrið.

Spania er eitt av harðast raktu londunum í heiminum. Í løtuni er tað bert USA, sum hevur staðfest fleiri tilburðir.

Talið av teimum, sum eru staðfest deyð við koronasmittuni seinasta samdøgrið er 399. Tað er lægri enn sunnudagin, tá 410 fólk vórðu deyð. Talið er tað lægsta í næstan ein mánað, og sær tað sostatt út til at ganga betur hjá Spania, skrivar Jyllands-Posten.

Sambært heimasíðuni worldometers.info eru í skrivandi stund 200.210 tilburðir staðfestir í Spania, meðan 20.852 eru deyð. Tað svarar til gott 44 andlát per 100.000 íbúgvar.

Hóast tað gongst betur í Spania, tók stjórnin um vikuskiftið avgerð um at leingja tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at steðga smittuspjaðingini, so tey nú eru galdandi fram til 9. mai.

Um allan heimin hava 2,4 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna, og talið á deyðum liggur beint omanfyri 166.000. Fleiri enn 600.000 eru eisini staðfest frísk aftur, og eru sostatt 1,6 mió. fólk smittað í løtuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder