Í 2017 vóru 40 ár liðin síðan Elvis andaðist, men tónleikaligi arvurin livir tó víðari í øllum góðum. Tí varð hetta hildið at vera eitt gott høvi at gera eina heiðurskonsert fyri Elvis.
Áhugin vísti seg at vera stórur og tríggjar konsertir vórðu hildnar fyri fullsettum húsum á Reinsarínum í Havn, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum. Afturmeldingar hava verið sera góðar, og tí eru fyrireikingar nú farnar í gongd at halda eina konsertfinalu í Spaniastovu, har løg eftir Elvis Presley verða tulkað.
Á konsertini verða spæld løg eftir Elvis, har ferðast verður víða ímillum Rock ‘n’ Roll, Country, Swing og Gospel. Somuleiðis verður sagt frá ímillum løgini, har vit hoyra stuttar søgur og viðmerkingar til lívið og tónleikin hjá Elvis.
Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd. Í 2016 endaði Jens Lisberg eina væl vitjaða konsertrøð við Jim Reeves løgum og tað var rættiliga skjótt aftaná, at farið var í gongd við at fyrireika konsert til heiðurs fyri Elvis.
Lagt verður eftir at liggja tætt uppat upprunaframførslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynskið er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki at minnast aftur á ta tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg. Somuleiðis er hetta ein góður møguleiki hjá forvitnum lurtarum at opna hurðina til tónleikin hjá Elvis. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.
Tað eru royndir tónleikarar, sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.
Manningin til konsertina verður: Jens Lisberg, sang, Elspa Samuelsen, kórsang, Malan Hansen, kórsang, Torbjørn Lisberg, tangentar, Sámal Lindenskov, guitar, Ólavur Øster, guitar, Heini Fosaa, trummur og Jóhan Martin Jacobsen, bass.
Konsertin verður í Spaniastovu tann 27. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald