Innanlands

Spilloljuverkið – helst Føroya besta umhvørvisátak

Reinsar meira enn 660 litrar um tíman hvønn tíma í árinum

2019-11-26 13:25 Author image
Innsent
placeholder

Seinastu vikurnar hevur Spilloljuverkið hjá IRF verið nógv umrøtt í miðlunum, men hvat er søgan handan Spilloljuverkið, sum hevur 28 ár á baki?

Hví hava vit eitt Spilloljuverk í Føroyum?
Áðrenn Spilloljuverkið varð bygt í 1992, høvdu vit onga skipaða móttøku av spillolju og oljudálkaðum vatni í Føroyum, og tað var sera ymiskt, hvussu hetta varð handfarið kring landið.

Spilloljuverkið varð tí sett á stovn sum eitt landspolitiskt átak fyri at fyribyrgja hav- og náttúrudálking í og kring Føroyar. Næstan 100% av tí, sum kemur inn til Spilloljuverkið, verður endurnýtt.

Í 2018 reinsaði Spilloljuverkið nærum 6.000.000 litrar av spillolju og oljudálkaðum vatni, og nøgdirnar í 2019 verða á leið tað sama. Tað svarar til, at Spilloljuverkið reinsar meira enn 660 litrar um tíman hvønn tíma í árinum. 

Hvat ger Spilloljuverkið?
Tá spilloljan og oljudálkaða vatnið koma inn til IRF, verða tey fyrst latin í ein móttøkutanga, har ávikavist vatn og spillolja verða pumpaði frá til víðari reinsing í aðrar tangar.

Tað reinsaða vatnið verður latið á sjógv, meðan tann reinsaða spilloljan verður endurnýtt í Føroyum.

Spilloljuverkið megnar at endurnýta 98,5% av øllum tí, sum kemur inn. Restin verður brent undir tryggum viðurskiftum á Brennistøðini hjá IRF.

Nøgdirnar, sum Spilloljuverkið hevur tikið í móti, síðani tað varð sett á stovn, hava verið støðugt vaksandi mestsum øll árini.

Hvør fær ágóðan av Spilloljuverkinum?
Tænasturnar hjá Spilloljuverkinum verða veittar øllum landinum, ikki bert limakommununum hjá IRF. Øll í Føroyum fáa sostatt ágóðan av Spilloljuverkinum, hvørs endamál er at fáa sum mest inn av spillolju og oljudálkaðum vatni, soleiðis at tað ikki endar í náttúruni. Harafturat fær vinnan í Føroyum eisini ein eyka ágóða av at kunnu endurnýta reinsaðu spilloljuna heldur enn at innflyta nýggja olju.

Við støði í hesum kann Spilloljuverkið av sonnum sigast at vera eitt av Føroya bestu umhvørvisátøkum.

IRF hevur sent inn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder