2020-07-03 11:00
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgun verður roynt at reka nakrar springarar á land í Skálafjørðinum.
Forboð er framvegis ímóti at drepa grind orsakað av almennu koronatilmælunum, men í hesum førinum verður gjørt eitt undantak.
– Mann ætlar at royna nakrar nýggjar mønustingarar, ið eru gjørdir til springarar, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum.
Hann veit ikki, hvussu nógvir springarar talan er um, men talan er um nakrar fáar, sigur hann við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald