2023-06-28 11:08

Havstovan: Teir báðir springararnir, ið enn senda frá merkingini í Fuglafirði fyri góðum tveimum vikum síðani, ferðast hvør sína leið.
Annar springarin er nú staddur suður av Íslandsrygginum, nakað miðskeiðis millum Føroyar og Ísland. Leiðin higar gekk fram við Lúsabanka, suður um Ytstabanka og nakað vestur í dýpið, áðrenn hann vendi norðureftir aftur.
Hin springarin hevur seinastu dagarnar verið støðufastur í Wyville Thomson dýpinum, suður av Munkagrunninum, og hevur ferðast nakað aftur og fram vestur móti Føroya Banka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald