Innanlands

Springararnir úr Fuglafirði hava ferðast hvør sín veg

Tveir sendarar rigga, og hjá teimum báðum springarunum er leiðin gingin til ávíkavist økið við Bankaryggin og síðani móti Hetlandi og móti Íslandsrygginum

Tveir sendarar vrigga enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum og hava síðani ferðast ymsar leiðir

Tveir sendarar vrigga enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum og hava síðani ferðast ymsar leiðir

2023-07-12 20:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar rigga enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir.

Tann eini springarin fór fyrst norður um Føroyar, men fór síðani suður um oyggjarnar, í økið við Bankaryggin, eystur av Føroyabanka, har hann var rættiliga støðufastur. Seinastu dagarnar hevur hesin springarin ferðast norður gjøgnum Hetlandsrennuna og eisini eystur móti Hetlandi. Hann er nú í hellingini eystaru megin Hetlandsrennuna, inni í bretskum sjógvi.

Hin springarin ferðaðist rættiliga miðvíst suður á 59 breiddarstig, haðani hann snaraði vestureftir, ímóti Íslandsdýpinum, fyri síðan at venda norður ímóti Íslandsrygginum. Har hevur hann hildið til seinastu tríggjar vikurnar.

Havstovan
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder