Í hesum døgum fáa øll í Føroyum, sum hava typu1-diabetes og eru yvir 18 ár innbjóðing til eina spurnakanning um, hvussu tey hava tað, og hvussu nøgd tey eru við viðgerðina, sum tey fáa.
Stigtakarar til stóru spurnarkanningina av, hvussu lívið við typu1-diabetes er í Føroyum, eru Steno Miðstøð Føroya og Vanja Klein Olsen, sum er masterlesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðrir luttakarar eru May-Britt Skoradal, adjunktur á Setrinum og forkvinna í Diabetesfelagnum, og Maria Skaalum Petersen, granskari á Granskingareindini á Landssjúkrahúsinum.
Endamálið við kanningini er at lýsa støðuna hjá fólki við typu1-diabetes við m.a. at spyrja um lívsgóðsku, handfaring av diabetes, nøgdsemi, sjúklingameðvirkni og lívsviðurskifti annars, skrivar Diabetesfelagið.
– Úrslitini kunnu geva eina ábending um, hvørt tørvur er á ábót á økinum, ella um støðan sum heild er góð. Talgilda spurnarblaðið er dulnevnt (anonymt) og tekur umleið 10 minuttir at svara, stendur m.a. í brævinum til typu1-ararnar.
Fyri at fáa eina rætta mynd av støðuni, hevur tað stóran týdning, at so mong sum gjørligt svara kanningini, skriva Jens Andreassen og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, yvirlæknar, eisini í brævinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald