Innanlands

Spýði av møði tá vaktin var liðug

Annbjørg Abrahamsen nýtti nógva tíð og orku á sjónum at savna data inn til sína ph.d verkætlan. Hetta var neyðugt fyri at fáa nóg góð úrslit

- At vera við gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar, og eg kom øðiliga tætt uppá manningina og prátið í skúrinum. Tað var ordiliga gagnligt fyri mítt arbeiði við innsavningini av dátum, sigur Annbjørg Abrahamsen

- At vera við gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar, og eg kom øðiliga tætt uppá manningina og prátið í skúrinum. Tað var ordiliga gagnligt fyri mítt arbeiði við innsavningini av dátum, sigur Annbjørg Abrahamsen

2023-09-19 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í meira enn eitt ár – frá norðoyastevnu 2017 til ólavsøkudag 2018 - savnaði Annbjørg Abrahamsen dátur um heilsustøðuna hjá fiskimonnum. Hon var tilsamans 202 dagar á sjónum við 16 ymiskum línuskipum, garnaskipum og trolbátum.

- Upprunaliga var ætlanin at hava ein buss standandi á keiini, so eg kundi kanna menninar, áðrenn teir fóru umborð, og tá teir komu í land aftur. Men tað hevði ikki givið nóg góð úrslit, tí eg vildi eisini hava mátingar, meðan teir eru til arbeiðis, og eftir síðstu vakt, áðrenn teir sigldu heim. Eg gjørdi tí av, at eg skuldi sjálv fara við, sigur hon.

Soleiðis greiðir Annbjørg Abrahamsen Vísindavøkublaðnum 2023 frá. Annbjørg er granskari og gjørdi sína ph.d ritgerð um um yvirmøði hjá fiskifólki. Talan er um eitt øki, har ikki nógv gransking er. Annbjørg Abrahamsen fór 100 prosent inn í tað. Onkrar túrar noyddist hon at arbeiða sum kokkur og dekkari eisini. Tá fekk hon at merkja á egnum kroppi, hvussu strævið lívið umborð á smærru skipunum er.

- Tað var ræðuliga hart. Eg spýði, so skjótt eg kom av vakt, og tað var av møði og ikki av sjóverki. Men tað gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar, og eg kom øðiliga tætt uppá manningina og prátið í skúrinum. Tað var ordiliga gagnligt fyri mítt arbeiði við innsavningini av dátum, sigur hon.

[object Object]
Annbjørg, eftir at hon vardi sína ph.d fyrr í ár (Mynd: setur.fo)

Øll greinin kann lesast í Vísindavøkublaðnum her

Flestu túrarnir hjá Annbjørg vóru við ísfiskalínuskipum, ið vóru upp ímóti 60 ára gomul. Teir túrarnir lógu um tvær vikur. Hon var eisini ein túr við einum frystilínuskipi, sum vardi 39 dagar.  Harumframt var hon fleiri túrar við garnabátum og trolbátum, ið vóru úti í umleið fimm dagar. Tilsamans vóru túrarnir 18 í tali, og 157 menn luttóku í kanningunum hjá henni, upplýsir gransking.fo

Umframt at fylla út spurnabløð um arbeiðssøgu, arbeiðstímar og sálarliga og likamliga heilsu skuldu fiskimenninir, ið luttóku í kanningunum, skráseta svøvn og tyngd í dagbókum. Hesar vórðu førdar allan túrin, og skráseta tíðina, tá ið teir løgdu seg at sova, og tá ið teir vaknaðu.

Fyrst á túrinum og aftur síðst á túrinum skuldu menninir gera nakrar testir á teldu, millum annað av reaktiónstíð, talminni og árvakni, fyri at staðfesta møguligar broytingar frá byrjanini til endan av túrinum. Úrslitini vístu, at týðiligar broytingar vóru. Ov lítið av svøvni og ógvuliga hart arbeiði yvir tíð ávirka.

- Teir flestu menninir vóru við uppá at gera kanningarnar, og tað virkaði eisini, sum um teir settu eitt sindur prís uppá, at onkur hevði áhuga fyri teirra umstøðum, sigur hon.

Øll greinin kann lesast í Vísindavøkublaðnum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder