Innanlands

Spyr um Novo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer í morgin at seta landsstýrismanninum í heilsumálum munnligan fyrispurning

Magnus Rasmussen (Savnsmynd)

Magnus Rasmussen (Savnsmynd)

2019-11-19 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin, 20. november, at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um Novo Nordisk grunnin og samstarv við føroyskar heilsumyndugleikar og stovnan av diabetesmiðstøð

Fyrispurningar til landsstýrismannin eru soljóðandi:

1. Hvussu langt áleiðis eru fyrireikingarnar komnar við ætlaða samstarvinum millum Novo Nordisk grunnin og føroyskar heilsumyndugleikar um diabetesmiðstøð?

2. Hvat er endamálið við hesum samstarvinum og hvat verður ítøkiliga innihaldið í verkætlanini?

3. Hvørji ítøkilig stig verða tikin í komandi tíðum um hetta ætlaða samstarv og verkætlan?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at á sumri í 2018 vendi Novo Nordisk grunnurin sær til Heilsu- og innlendismálaráðið við einum fyrispurningi, hvørt tað var áhugi fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin um eina diabetesmiðstøð í Føroyum.

Nú er umleið 1½ ár fráliðið. Og síðani fyrispurningurin frá Novo Nordisk grunninum varð sendur Heilsu- og innlendismálaráðnum, so er eisini nýtt landsstýri skipað við Kaj Leo Holm Johannesen sum landsstýrismaður í heilsumálum.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fyri stuttum hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við umboðum fyri Novo Nordisk grunnin, og er tað tí áhugavert at frætta, hvussu landsstýrismaðurin sær fyri sær, at eitt gott og gevandi samstarv kemur í lag millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsumyndugleikan.

Tað er við hesum fyri eyga, at fyrispurningurin verður settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder