Innanlands

Spyr.fo: Samgongan heldur skansan

Nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, skeiklar ikki javnvágina á tingi, men Sjálvstýri stendur til at missa sítt umboð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-19 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin er framvegis størsti flokkur, men munurin millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin er ikki stórur.

Nú skjótt tríggir mánaðir eru farnir síðan løgtingsvalið, hevur Spyr.fo gjørt eina veljarakanning fyri Portalin.

Og úrslitið av veljarakanningini vísir, at sitandi samgonga varðveitur sín meiriluta. Bæði Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ganga eitt sindur aftur meðan Sambandsflokkurin hevur eina framgongd í mun til valið.

Men hesar broytingar ávirka ikki tingmannabýtið, sum gevur 17 tingsessir til samgonguna og 16 til andstøðuna.

Einasta broyting í tingmannatalinum er, at Javnaðarflokkurin í framgonguni stendur til at fáa eitt umboð á tingi afturat, og tað verður tikið frá Sjálvstýri, sum sostatt ikki stendur til at fáa umboðan á tingi.

Javnaðarflokkurin stendur til eina fitta framgongd. Veljarakanningin gevur lista C 1,3 prosentstig størri undirtøku, enn flokkurin fekk á valinum.

Allir tríggir flokkarnir í undanfarnu samgongu ganga fram í mun til valúrslitið. Javnaðarflokkurin úr 22,2 til 23,5 prosent, Tjóðveldi úr 18,1 til 18,8 prosent og Framsókn úr 4,6 til 5,3 prosent.

500 føroyingar yvir 18 ár luttóku í veljarakanningini, sum varð gjørd fríggjadagin 15. november.

4,8 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tikið støðu til hvønn tey fóru at velja, 2,1 prosent søgdu seg ikki fara á val og 0,7 prosent søgdu seg fara at atkvøða blankt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder