
Í longri tíð hevur verið arbeitt við nýggjari kirkju á Glyvrum.
Fólkakirkjan staðfestir á heimasíðu sínari, at gamla kirkjan ikki er nøktandi til kirkjulívið í Glyvra kirkjusókn. Millum annað er hon ov lítil.
Og nú kann leiðslan í Fólkakirkjuni fegnast:
- Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur í skrivi til kirkjuráðið á Glyvrum og teir kirkjuligu myndugleikarnar givið kirkjuráðnum loyvi at byggja nýggja kirkju.
Hetta skrivar folkakirkjan.fo.
Talan verður um eina nútímans kirkju, sum fer at kosta upp ímóti 100 milliónum krónum.
Tað er Árni Winther, ið er partur av SNA (Selmar Nielsen Arkitektar), sum skal standa fyri arbeiðnum. Ætlandi skal nýggja Glyvra Krikja standa til reiðar einaferð í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald