Staðfest: Summi djór droyma um dagsins upplivingar

Granskarar á lærda og virda háskúlanum MIT í USA hava granskað í serliga rottum. Djór sum hundar og fulgar verða eisini nevnd sum "droymar"

2025-09-23 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Droyma djór og um so er: Hvat droyma tey um?

Hetta eru ikki nakrir av lívsins stóru spurningum, men tó er hetta nakað, ið fólk helst hava hugsað um, tosa um - og eisini kanna.

Stóra tíðarritið " Illustreret Videnskab" skrivar í vikuni, at granskarar frá MIT hava funnið útav, at nøkur djór kunnu droyma um upplivingar frá degnum, sum tey júst hava havt - eins og menniskju.

Talan er um millum annað hundar, fuglar og rottur.

Júst rottur hava granskarar frá stóra og virda tekniska háskúlanum í Massachusetts kanna nógv í hesum sambandi. Hetta við at venja rottur til at renna eftir einary breyt og síðani kanna teirra heilaaktivitet undir svøvni.

Har kundu granskararnir millum annað síggja, at routturnar endurlivdu túrin. 

Kanningin peikar fram ímóti, at dreymmar hava ein týðandi leiklut í mun til minni og læring - hjá djórum og menniskjum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder