2021-09-19 10:47

Í gjárkvøldið vóru nógv savnað til James Blunt konsert og dans í Høllini á Hálsi í Havn, og í hesum sambandi hevur fitt av fólki verið í býnum.
Kortini hevur náttin verið stak friðarlig, sigur løgreglan í morgun.
Har hava verið nakrar smærri ósemjur millum fólk, men einasta málið, sum løgreglan hevur skrásett í nátt var eitt mál um rúsdrekkakoyring.
Talan var um ein bilførara í Norðurøkinum, sum koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Talan var tó ikki um nakra alarmerandi høga promillu, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald