![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vanliga hittast stjórnarleiðararnir á summarfundi, men orsakað av COVID-19 bleiv fundurin í ár hildin sum videofundur.
Allir leiðararnir greiddu frá støðuni og avbjóðingum í teirra landi, og teir góvu hvør øðrum gott innlit í støðurnar og tiltøkini í Norðanlondum.
Løgmaður greiddi frá støðuni og gongdini í Føroyum. Hann vísti m.a. á, at orsøkin til góðu støðuna í Føroyum er, at landið bleiv tíðliga latið aftur, at fólkið hevur hildið seg til tilmælini, og at sera nógv fólk eru vorðin kannað.
Eisini legði løgmaður fram uppskot um, at tey norðurlendsku londini saman tryggja, at COVID-19 kanningarnar verða góðkendar av londunum, so tað gerst smidligt og lætt at ferðast millum londini. Uppskotið fekk jaliga móttøku, og samdust leiðararnir um at heita á teir norðurlendsku heilsumálaráðharrarnar um at arbeiða víðari við málinum.
Løgmaður nýtti eisini høvið at kunna um, at norðurlendsk ráðstevna um COVID-19 eftir ætlan verður hildin í Føroyum í heyst. Tað er Landsstýrið, sum skipar fyri.
– Fundurin hevur givið gott innlit í avbjóðingar og gongdina viðvíkjandi COVID-19 í Norðanlondum. Tað er gott og neyðugt, at undirtøka var fyri at arbeiða víðari við uppskotinum um COVID-19 kanningar fyri at lætta um ferðing millum londini. Á fundinum samdust vit um at styrkja og menna norðurlendska samstarvið enn meira í hesum avbjóðandi tíðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sambært heimasíðuni hjá Løgmannskrivstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald