Í dag, 12. september er seinasti av Vestmannadøgunum á hesum sinni, og seinnapartin eru fleiri tiltøk á skránni.
Dagurin byrjaði við gudstænastu klokkan 11, og seinnapartin verður nýggja standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað. Í hesum sambandi hevur SEV opið hús á Fossáverkinum og bygningunum rundan um frá klokkan 15 til 18. Vitjandi fáa sostatt atgongd til turbinhøllina á Fossáverkinum og nýggju koblingsstøðina umframt goymsluna
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Ólavur á Heygum legði lunnar til tað, sum bleiv til SEV, tá hann í 1907 fór undir at laða eina byrging í Fossá fyri at gera streym burtur úr máttinum í vatninum. Ólavur á Heygum legði eisini fyrstu telefonlinjuna í Føroyum, hon var millum Vestmanna og Havnina.
Klokkan 15.30 bjóðar SEV eisini ein gongutúr frá Fossáverkinum niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum í Fossá. Bjarki Skúvadal er ferðaleiðari og greiðar frá m.a. um ætlanirnar hjá Ólavi á Heygum at fáa elorku úr vatninum í Fossá í 1907.
Standmyndin av Ólavi á Heygum verður avdúkað inni við Fossá klokkan 17, og verða ymisk tiltøk í hesum sambandi.
Øll skráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald