Mentan

Stanley Samuelsen við nýggjari útgávu

Í sambandi við, at Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu, og ævisøga hansara kemur út á bók, verður skipað fyri útgávutiltaki og konsertum 17.-19. oktober

2025-10-11 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu, og samstundis kemur ævisøgan hjá Stanley út á bók. Í tí sambandi verður eitt lítið útgávutiltak og tríggjar útgávukonsertir kring landið 17.-19. oktober.

Ókeypis útgávutiltak og signering av fløgum verður í Tutl-handlinum fríggjadagin 17. oktober klokkan 13. Sama kvøldið, klokkan 20 verður konsert í Norðurlandahúsinum.

Leygardagin 18. oktober klokkan 20 verður konsert í Mentanarhúsinum, og sunnudagin 19. oktober veðrur konsert í SALT.

Í longri tíð, hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. Flestu av teimum 10 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini.

Stanley eigur flestu løgini sjálvur, tó eru nøkur áður útgivin løg, har Stanley so hevur týtt tekstin til føroyskt. Eisini er okkurt eldri lag hjá Stanley komið á útgávuna, har tað er spælt inn í nýggjum hami.

Útgávan eitur “Sólskin”, eftir yrkingini, Solskin, hjá William Heinesen, sum rættiliga væl lýsir hesa útgávu.

Útgávan kemur út sum fløga og talgild á netinum í fyrstu atløgu. Seinni í ár kemur útgávan út sum LP, og longu nú kunnu fløgur og LP plátur undanbíleggjast á tutlrecords.com.

Hóast Stanley er komin væl til árs og má stríðast hvønn dag við Alzheimerssjúku, so sær hann ljóst uppá tilveruna og hetta endurspeglar eisini útgávuna, úr einum enda í annan.

Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Bókin verður løgd fram til konsertirnar og kann keypast á staðnum. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina, og verður hann eisini til staðar.

Tónleikarar og tøkningar til konsertirnar:

  • Stanley Samuelsen, sang og gittar
  • Kim Hansen, tangentar og sang
  • Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
  • Jósva Debes, slagverk
  • Tóri Restorff Jacobsen, sello
  • Angelika Hansen, violin
  • Jón Festirstein, violin
  • Alexander Gaard, ljóð
  • Súni Joensen, ljós
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder