Mentan

Stanley sjeyti

-

2021-04-30 11:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru sjeyti ár síðan sangarin og gittarsnillingurin Stanley Samuelsen úr Fuglafirði varð borin í heim.

Stanley er yngstur í stóra barnaflokkinum hjá Steingrim L. Samuelsen, sýslumanni, og Rachel Malenu, fødd Midjord.

Men Stanley náddi ongantíð rættiliga at uppliva pápa sín, tí bert seks mánaðir eftir, at Stanley varð føddur, doyði Steingrim Samuelsen frá konu og 12 børnum, einans 46 ára gamal.

Longu sum blaðungur vísti Stanley at hava fingið góðar musiskar gávur. Hann fekk sum 12 ára gamal ein gittara frá beiggja sínum, Thorleif, einaferð hesin kom aftur av skipstúri, og Stanley lærdi seg at handfara teir seks streingirnar við at lurta eftir Radio Luxemburg og plátum við The Beatles, serliga George Harrison, sum altíð hava verið stóru fyrimyndirnar hjá Stanley saman við Crosby, Stills og Nash.

Og gittarin kom harvið at verða lagna Stanleys, ið so ella so leiddi honum vegin gjøgnum lívið.

[object Object]
Silly Boys 1970. Stanley uttast høgrumegin

Knapt nokk konfirmeraður byrjaði Stanley at spæla til dans í dansistovuni í Fuglafirði, hann varð biðin at koma við í orkestrið The Silly Boys, sum í sekstiárunum var millum tey best umtóktu orkestrini í landinum.

Við sínum fima gittarspæli og bleytu rødd gjørdist Stanley skjótt eitt navn innan tónleikin.

Men kanska vóru Føroyar ov lítlar fyri henda mæta ljóshærda garpin úr Fuglafirði. Útlandið dróg, og tíðliga í sjeytiárunum leitaði hann sær til Danmarkar, og har hevur hann búð síðani.

Tóneikur og streingjaspæl hevur altíð verið størsti áhugin, hóast hann ikki altíð hevur givið nóg mikið á borðið til at liva av, so Stanley hevur eisini havt onnur arbeiði, eitt nú sum røktari innan danska almannaverkið.

[object Object]
Den udødelige Duo

Í Keypmannahavnarøkinum fann Stanley sær musikalskar vinir, sum hann spældi saman við í ymsum samanhangum. Ein av vinunum er Nis P. Jørgensen, sum hann spældi nógv saman við, mest í samansetingini, ið kallaðist Den Udødelige Duo. Hendan duo var nógv eftirspurd í áttatiárunum, serliga av felagsskapum og fylkingum á politiska vinstraveinginum og arbeiðararørsluni. Hetta var um tað mundi, tá Anker Jørgensen stóð á odda fyri danska Javnaðarflokkinum. Henrik Strube, Stig Kreutzfeldt og Jens Rugsted eru eisini millum musikalsku vinir Stanleys umframt nógvar aðrar mætar tónleikarar, sum hann hevur staðið á palli og verið í upptøkuhøli saman við.

Fram móti aldarskiftinum byrjaði hugurin at skriva egin løg at vinda upp á seg, og Stanley fór undir at skriva løg til yrkingar, sum hann fann í bókum, søvnum og bløðum.

Eggjaður av konuni Merete Messmann, sum ótroyttiliga hevur stuðlað Stanleyð á leiðini sum manager og fyriskipari, kom fyrsta soloútgávan við Stanley, “Um eg kundi kvøði”, út í 1999. Og føroyingar tóku væl ímóti. Heitislagið til hugtakandi yrkingina hjá Janusi Djurhuss, gjørdist nógv eftirspurt, og var við til at breiða út kunnleikan til henda góða sangara og framúr guittarspælara, sum føroyingar tá, ikki høvdu sæð so nógv til á palli, annað enn til okkurt hissini afturlítandi dansikvøld, tá Silly Boys vóru kallaðir saman aftur ella við tónleikavinunum í fuglfjarðarbólkinum Absurdy Fair.

Onnur útgávan frá Stanley, “Sól og Regn” kom í 2004, og hóast Stanley í sínum lítillætni hevur sagt seg ikki duga at skriva tekstir sjálvur, so eru longu her dømi um, at hann ikki er eiðasørur í so máta heldur. “Tá eg verði gamal” er ein av hansara bestu sangum, og hendan hevur hann sjálvur skrivað, bæði orð og lag til. Ongantíð meira aktuellur enn nú Stanley sjálvur traðkar inn “støvets år” hóast sangurin meiran er ein ástarkvøða til Meretu enn um tað at eldast.

Seinastu 15 árini hevur Stanley ferðast dúgliga til Føroyar á konsertferðum, og útgávurnar frá honum hava ikki verið so fáar heldur.

Stanley og Merete eiga børnini Theis, Johan og Astrid. Yngsta dóttirin hevur eisini tónleikaligar gávur, og hevur stundum traðkað upp saman við pápanum. Tey syngja eisini saman á nógv róstu EP-útgávuni, “A Tribute to George Harrison”, har faðir og dóttir framføra seks sangir hjá stóru fyrimyndini hjá teimum báðum, lead-guitaristinum í The Beatles.

Frammanundan eigur Stanley eina dóttir, Pia, og Stanley hevur nýliga uppliva ta frægd at vera á konsertferð bæði í Danmark og Føroyum saman við abbasoninum, Sigurd Kehlet, sum vísir somu gávur á gittarinum, sum abbin.

Stanley og Merete eru í Føroyum, nú Stanley fer um tey sjeyti. Føðingardagurin verður hildin saman við familju og vinum.

Hjartaliga til lukku

ingis


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder