Mentan

Stanley við orkestri á ferð í Danmark

Spælir konsertir á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn hósdagin og í Norðuratlantiska húsinum í Odense leyardagin

Dóttursonur og abbi. Sigurd Kehlet og Stanley Samuelsen

Dóttursonur og abbi. Sigurd Kehlet og Stanley Samuelsen

2021-09-11 16:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør heyst hevði vældámdi sangarin og gittarsnillingurin úr Fuglafirði, Stanley Samuelsen, fleiri væl vitjaðar konsertir saman við vælspælandi orkestri í sambandi við at seinasta fløga hansara “No 8” kom út.

Tað sermerkta við hesi konsertini var, at Stanley hevði abbason sín, guittarspælaran Sigurd Kehlet, við, og hetta var fyrstu ferð teir upptraðkaðu saman alment.

Komandi viku verða tvær líknandi konsertir hildnar í Danmark, og manningin verður næstan hin sama. Rógvi á Rógvu fer at sita handan trummurnar, men til at handfara bassin verður tað nú Joachim Ussing, ein bassistur, sum Stanley hevur samstarvað við í eitt drúgt tíðarskeið.

Á konsertunum fer Stanley Samuelsen at spæla burtur úr nýggjastu fløgu síni, men fer eisini at tríva í nakrar av fløguni “Alle hjertets sange”, sum er fløgan við kendastu sangum Stanleys í danskari týðing.

Hóskvøldið 16. september kl. 20 verður konssert í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, har tað eisini er møguligt at bíleggja atgongumerki. Hin konsertin verður í Nordatlantisk Hus í Odense leygardagin 18. september kl. 16. Henda konsertin er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg fyri luttøku á heimasíðuni hjá húsinum, har tað eisini verður møguligt at keypa eina máltíð undan konsertini. 

[object Object]Stanley við orkestri í Norðurlandahúsinum í fjør. Jóhannus á Rógvu á bassinum er nú skiftur út við Joachim Ussing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder