Efterspurningurin efter útgerð frá gomlu Star Wars filmunum frá 70unum og 80unum, er enn stórur.
Lasararevolvarin, ið Harrison Ford, ið spældi Han Solo, brúkti í filminum "Return of the Jedi", er júst seldur á uppboðssølu.
Sambært tíðindastovuni AFP, varð revolvarin seldur fyri 550.000 dollarar, ið svarar til uml. 3,5 milliónir krónur. Hetta er meira enn ljóssvørðið hjá Luke Skywalker (spældur av Mark Hamill), ið varð brúkt í tveimum teimum fyrstu filmunum, varð selt fyri. Svørðið varð selt fyri 450.000 dollarar, ið svarar til uml. 2,9 milliónir krónur.
Tó varð metið ikki sligið frá í fjør, tá robotturin R2-D2 varð seldur fyri 2,8 milliónir dollarar, ið svarar til 17,7 milliónir krónur.
Tað var James Schoppe, ið var art director á "Return of the Jedi", ið átti lasararevolvaran. Hann hevur havt nógva útgerð liggjandi í yvir 30 ár, og seldi tilsamans 40 gripir frá filminum á uppboðssøluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald