Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer heitir á Andrew Mountbatten-Windsor - fyrrverandi Andrew prinsur - um at vitna fyri amerikonsku kongressini um samband sítt við Jeffrey Epstein.
Fríggjadagin almannakunngjørdi amerikanska løgmálaráðið túsundatals skjøl, sum hava samband við Epstein-málið, og fyrrverandi prinsurin er nevndur fleiri ferðir.
Tá journalistar í gjár spurdu Starmer, um Andrew Muntbatten-Windsor eigur at svara spurningum hjá amerikonskum kongresslimum um samband sítt við Epstein, segði Starmer, at tað helt hann, og undirstrikaði hann, at ofrini hjá Epstein hava hægstu raðfesting.
– Tað er upp til Andrew, um ein umbering skal gevast, men ja, viðvíkjandi tí at vitna, havi eg altíð sagt, at einhvør, sum hevur upplýsingar, eigur at vera til reiðar at deila tær á tann hátt, tey vera biðin um tað, sigur hann sambært Ritzau.
Andrew Mountbatten-Windsor, sum er beiggi Charles kong, hevur áður víst aftur, at hann skal hava gjørt nakað ólógligt í sambandi við Epstein-málið. Í fjør misti hann tó øll síni kongaligu heiti orsakað av skuldsetingum um m.a. neyðtøku.
Les eisini: Fríðrikur kongur og norska krúnprinsessan nevnd í nýggjum Epstein-skjølum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald