Innanlands

Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan eitt-árs sáttmála

Sáttmálin byggir á samlaða lønarkarmin á 3,87 prosent. Hann er bert galdandi til 30. september, men samráðingarnar um næsta sáttmálan eru longu farnar í gongd

Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: starvsfelag.fo)

Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: starvsfelag.fo)

2026-05-28 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsfelagið hevur í dag, 28. mai 2026, undirskrivað nýggjan 1-árs sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Hesum boðar Starvsfelagið frá seinnapartin.

Sáttmálin er galdandi frá 1. oktobur 2025 til 30. septembur 2026. Tað vil siga, at Lønin verður regulerað aftur til 1. oktobur 2025. Væntanin er, at eftirreguleringin verður útgoldin í lønarflytingini fyri juni mánað, skrivar Starvsfelagið.

Tað eru nærum níggju mánaðir síðani, at gamli sáttmálin fór úr gildi, og tí verður gjørt á hendan hátt: Soleiðis at limirnir skjótast gjørligt fáa ta løn, sum tey eiga til góðar.

Sáttmálin byggir á samlaða lønarkarmin á 3,87 prosent. Av hesum verða 0,23 prosent nýtt til umflokkingar galdandi frá 1. oktobur 2025.

- Restin av karminum, 3,64 prosent, verður lagdur beinleiðis omaná lønina hjá øllum limum í Starvsfelagnum, sum eru fevndir av sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.

Avtalað sáttmálaskeiðið vil eisini siga, at nýggi sáttmálin longu gongur út um fýra mánaðir.

Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið eru tó eisini vorðin samd um, at samráðingarnar um komandi sáttmála, galdandi frá 1. oktobur 2026, fara í gongd beinanvegin. Málið er at koma ásamt um nýggjan sáttmála, áðrenn verandi sáttmáli gongur út 30. septembur 2026, staðfestir Starvsfelagið.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder