Innanlands

Starvsfólk heiðrað fyri drúgva tænastu

Borgarstjórin takkaði fimm fólkum fyri at hava arbeitt millum 15 og 25 ár hjá Tvøroyrar kommunu

Frá vinstru Kristin Michelsen, borgarstjóri, Ása Niclasen, Svanna Nielsen og Helena Holm. Heidi Park og Barbara Debes vóru ikki við til myndatøkuna (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Frá vinstru Kristin Michelsen, borgarstjóri, Ása Niclasen, Svanna Nielsen og Helena Holm. Heidi Park og Barbara Debes vóru ikki við til myndatøkuna (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-09-07 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var móttøka á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri í sambandi við at fleiri starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva tænastu í starvi hjá kommununi.

At arbeiða undir sama arbeiðsgevara í so mng ár, ber vitnisburð um, at her er gott at vera og tað eru vit í Tvøroyrar kommunu takksom fyri, segði borgarstjórin Kristin Michelsen millum annað.

Hann takkaði starvsfólkunum fyri innsatsin hesi seinastu, mongu árini og handaði teimum eina gávu.

Hesi vórðu heiðrað:

Ása Midjord, í 25 ár hevur hon koyrt líkbilin.
Svanna Nielsen, 20 ár í barnaansingini.
Barbara Debes, 20 ár í reingerðini í Tvøroyrar skúla.
Helena Holm, 15 ár í barnaansingini.
Heidi Park, 15 ár í barnaansingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder