Innanlands

Starvsfólkatrotið eigur ikki at vera so stórt

Soleiðis sigur formaðurin í Pedagogfelagnum um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum

2023-06-29 15:54 Author image
Hildur Egilsdóttir
placeholder

- Um arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsdagurin vórðu skipað øðrvísi, er sannlíkt at fleiri høvdu ynskt og fingið arbeitt ein hægri arbeiðsbrøk. Harvið minkar tørvurin á starvsfólkum, og harvið minkar starvsfólkatrotið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Tað er serliga í juni og juli, at starvsfólkatrotið í dagstovnunum er stórt. Hetta sæst eisini aftur í starvslýsingunum, sum eru at síggja.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vísir á, at hetta serliga er talan um parttíðarstørv, sum vanliga eru áleið 30 tímar um vikuna. Og júst hetta er ein trupulleiki. Á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum vísir formaðurin á, at hetta merkir, at inntøkan hjá viðkomandi er 25% verri og harvið eisini eftirlønin.

- At arbeiðsgevarin kann liva við, at bert seta fólk í 75% størv er mær ein gáta. Serliga tá hugsað verður um, at starvfólkatrot er nærum allastaðni. Harvið lækkar tænastustøðið. Tað sigur Jógvan Philbrow í greinini á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.

Formaðurin vísir á, at ein av størstu trupulleikunum er, at arbeiðsgevarar ikki megna at skipa ein gerandisdag á tann hátt, at fólk kunnu arbeiða fulla tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder