
Eins og limir í Pedagogfelagnum, fara limir í Starvsmannafelagnum í samhugaverkfall í komandi viku.
Hesum hevur Starvsmannafelagið boðað Fíggjarmálaráðnum frá seinnapartin.
Í fráboðanini stendur m.a. soleiðis:
– Starvsmannafelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið frá týsmorgun 10. november 2020 kl. 07:00 til mikumorgun 11. november 2020 kl. 07:00.
– Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið - eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.
– Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili, strandferðsluskipini, Kringvarpið og koronatoymi hjá Heisufrøðiligu Starvstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald