Innanlands

Starvsmannafelagið ger bráðfeingis limasáttmála fyri flogternur

Flogternurnar í Atlantic Airways avgjørt at skipa seg við egnum sáttmála

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-21 22:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir tvey ár í Starvsmannafelagnum hava flogternurnar í Atlantic Airways avgjørt at skipa seg við egnum sáttmála. Fyri at geva pláss fyri hesum, hevur Starvsmannafelagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at leingja sáttmálan í eitt ár. Hettar tíðarskeiðið verður hann tó bert galdandi fyri flogternur, sum ynskja at vera limir í Starvsmannafelagnum 

- Vit virða ynskið hjá flogternunum um at skipa seg við egnum sáttmála. Men so leingi vit hava økið og eingin annar sáttmáli er galdandi á økinum, kunnu vit ikki bara sleppa endanum heilt. Tí hava vit gjørt ein fyribils limasáttmála, so at flogternurnar nú sleppa framat, at samráðast sjálvar um sín egna sáttmála.

Hetta sigur Súni Selfoss, eftir at Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt avtalu um at leingja sáttmálan í eitt ár. Ein sáttmála, ið bert er galdandi fyri flogternur, ið ynskja at vera limir í Starvsmannafelagnum.

Vilja í flog-fakfelag
Tað eru góð tvey ár síðani, at flogternunar gjørdust limir í Starvsmannafelagnum. Sáttmálin, sum tá varð gjørdur, hevði farið úr gildi 1. november 2018. 

Flogternurnar hava síðani boða frá, at tær vilja skipa seg í egið fakfelag og hava tikið seg úr Starvsmannafelagnum. 

Starvsmannafelagið hevur fingið at vita frá flogternunum, at orsøkin til hettar stig er ikki misnøgd við Starvsmannafelagið, men tí, at tær meta, at tær fáa meira burturúr við at skipa seg í egið fakfelag undir danska fakfelagnum FPU, Flyvebranchens Personale Union.

Frá økissáttmála til limasáttmála
Sáttmálin sum var, var ein sokallaður økissáttmáli, t.v.s. at hann var galdandi fyri øll kabinustarvsfólk – bæði limir Starvsmannafelagnum og tey, sum ikki eru limir. 

Bráðfeingis limasáttmálin verður harafturímóti bert galdandi fyri flogternur, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, og við øðrum orðum ikki fyri tey, sum hava tikið seg úr felagnum. 

Felagið trekkir seg
Við hesum trekkir Starvsmannafelagið seg aftur úr sáttmálaøkinum, so langt sum felagið heldur vera ráðiligt. 

- Hetta verður gjørt, so at tær, sum nú hava tikið seg úr felagnum, fáa møguleika at skipa seg sjálvar og biða um samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um egnan sáttmála. Hettar ber til, nú eingin økissáttmáli longur er fyri flogternunar hjá Atlantic Airways, sigur Súni Selfoss.

Hetta verður eisini gjørt, so at flogternur, sum framvegis vilja vera limir í Starvsmannafelagnum ikki vera sleptar uppá fjall í tíðarskeiðnum, meðan tær royna at skipa seg við egnum sáttmála.

Fyribils í eitt ár
Talan er um eina bráðfeingis loysn. Sáttmálin verður bert longdur í eitt ár, og er talan um eina framskriving av gamla økissáttmálanum við eini lønarhækkan á 3,26%.

Starvsmannafelagið fer so í komandi tíðarskeiði at meta um, hvørt grundarlag er fyri at halda fram við einum limasáttmála. Ella um felagið skal trekkja seg heilt út av sáttmálaøkinum.

- Hetta valdast alt um, hvussu samráðingarnar hjá flogternunum at skipa egið felag og fáa egnan sáttmála fara at ganga, sigur Súni Selfoss. 

Skipanarfrælsi
Starvsmannafelagið leggur dent á, at felagið hevur ongan áhuga í at halda fast um eitt sáttmálaøki, um fakbólkurin ikki hevur áhuga fyri hesum. Og felagið vil heldur ikki forða fyri, at flogternurnar vilja skipa seg við egnum sáttmála. 

- Vit hava skipanarfrælsi og tí trekkja vit okkum aftur úr sáttmálaøkinum, í tann mun tað er ráðiligt, nú eingin annar sáttmáli er, sigur Súni Selfoss.

Starvsmannafelagið harmast um, at hesin fakbólkurin vil úr felagnum, eftir at tað eydnast at fáa ein sáttmála fyri tær fyri tveimum árum síðani, sum gav munandi ábøtur. 

Vit ásanna tó, at tað kunnu vera serlig viðurskifti á loftferðsluøkinum, sum tala fyri, at flogterurnar vilja skipa seg í egið fakfelag, og fara at ynska teimum góða eydnu við tí, sigur Súni Selfoss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder