2020-09-07 22:27
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað var í kvøld klokkan 18, at tilmeldingin til væl umtókta kvøldskúlan í Tórshavnar kommunu skuldi byrjað. Men vegna tekniskt brek er tilmeldingin útsett í nakrar dagar, boðar høvuðsstaðarkommunan frá.
Gjaldsveitarin hjá Kvøldskúlanum hevði avbjóðingar við Mastercard, tá ið fólk skuldu rinda fyri skeiðini ígjøgnum skipanina í kvøld. Hini gjaldskortini riggaðu fínt.
Fyri at eingin skuldi fáa nakran framíhjárætt, varð avgerð tikin um at steðga allari tilmelding og útseta hana nakrar dagar, til brekið er rættað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald