Innanlands

Steen Nørskov útnevndur til sjefpolitiinspektør

Hevur virkað í starvinum síðan 2018

2020-07-01 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ríkispolitiið boðar í dag frá, at Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør hjá Føroya Politi frá 1. juli 2020 at rokna. Setanin er áramálssett til trý ár. Steen Nørskov hevur virkað í starvinum síðani í 2018.

Nýútnevndi sjefpolitiinspektørurin úttalar seg soleiðis um útnevningina:

- Tað er við gleði og ávísum stoltleika, at eg kann siga, at eg nú eri útnevndur til sjefpolitiinspektør í Føroyum.

- Tey síðstu 2½ árini, hava víst mær, at politiembætið er samansett av ógvuliga dugnaligum starvsfólkum, og fari eg framvegis at verða ein partur av felagsskapinum, sum dagliga strembar eftir at skapa eitt professionelt politi, sum tænir tí føroyska samfelagnum.

 - Ávirkanin frá londunum uttan um okkum, er eisini galdandi fyri Føroyar. Landið er tí ikki bara nakrar lítlar, avbyrgdar oyggjar í Norðuratlantshavinum.

- Politiið her er ein partur av tí danska politinum, sum undir føroyskum viðurskiftum alla tíðina skal betra seg í mun til krøv og tí, sum verður væntað av okkum. Eg fari at gera mítt besta fyri, at samspælið okkara millum og samspælið við Ríkispolitiið framhaldandi blívur gott og mennandi og soleiðis, at tað føroyska samfelagið sær okkum sum eitt tíðarhóskandi politi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder