Uttanlands

Stefan Löfven: Vit kunnu rokna við at fleiri túsund koma at doyggja við koronasmittuni

Nógv fleiri koma at vera smittaði og doyggja, sigur svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-04 20:42 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven væntar, at nógvir sviar koma at lata lív við koronasmittuni.

“Vit vænta at fleiri túsund koma at lata lív. Vit kunnu líka so gott byrja at fyrireika okkum uppá tað” sigur Stefan Löfven í samrøðu við svenska blaðið Dagens Nyheter, sambært DR.

“Man noyðist at vera ærligur og lýsa tingini sum tey eru, og hvat vit vænta” sigur Stefan Löfven, ið  eisini væntar at smittan kemur at vara leingi. “vit mugu rokna við mánaðum, ikki vikur”. Harafturat minnir hann á týdningin av hond reinførið og ikki at møtast við eldri fólki og familju.  

Svøríki hevur valt eina aðra strategi enn fleiri onnur lond. Skúlar og ansingarstovnar eru framvegis opnir, eins og matstovur og skeinkistovur eisini eru. Hóast hetta so heldur Stefan Löfven fast við, at Svøríki hevur valt rætta strategi. “Eg haldi ikki tú skalt gera ov nógv av. Øll lond royna at finna útav hvussu man setir tiltøkini um sosiala frástøðu í verk í praksis, og um hvussu man styrkir heilsuverki. Og so finna vit ymsar mátar at gera tað uppá”.

Í Svøríki eru 6.443 smitta av covid-19, meðan 373 eru skrásett at hava latið lív við sjúkuni.   

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder