Innanlands

Steffan A. Løkin tikið sæti á tingi

Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi

Steffan Abrahamson Løkin og Bill Justinussen (Mynd: Fólkaflokkurin)

Steffan Abrahamson Løkin og Bill Justinussen (Mynd: Fólkaflokkurin)

2026-05-26 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steffan Abrahamson Løkin tók í dag sæti á tingi á fyrsta sinni.

Hetta er fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin hevur tvey umboð av Skálafjørðinum á tingi. Bill Justinussen og nú Steffan Løkin.

Steffan A. Løkin fekk møguleikan, nú Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi.

Hann er 25 ára gamal og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í ár. Steffan Abrahamson Løkin fekk 245 atkvøður og er fyrsta varafólk hjá Fólkaflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder