2018-11-15 10:51
Í dag klokkan 13 verður stongt fyri vatninum á Skála. Runavíkar kommuna boðar á heimasíðu síni frá, at arbeitt verður við vatnleiðingini, og tí verður stongt fyri vatninum í støðum á Skála frá klokkan 13.
Stongt verður fyri vatninum á Skálavegi, frá Sýnávegi og inn á Mann. Stongt verður fyri vatninum, so leingi sum arbeiðið varar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald