Innanlands

Steintóra sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju

Hon hevur verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

Steintóra Gleðisheygg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Steintóra Gleðisheygg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-10-05 17:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kirkjuráðini i Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi innstillaðu Steintóra Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.

Nú er innstillingin staðfest, og landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Steintóru sum sóknarprest í Suðurstreymoy.

Steintóra var prestvígd í apríl 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi. 

Steintóra byrjar í nýggja embætinum tann 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder