Innanlands

Stendur í stað

58 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-16 19:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

187 smittað og av teimum eru øll blivin frísk aftur. Hetta hevur støðan verið seinastu dagarnar, og enn er einki broytt.

Landslæknin kunngjørdi nýggjastu tølini seinnapartin, og tey vísa at framvegis er eingin nýggjur tilburður staðfestur.

Tilsamans 8837 kanningar eru gjørdar, og 58 av teimum vórðu gjørdar í gjár. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.567 kanningunum.

Les eisini: Ber ikki til at siga við vissu hvussu nógv fólk eru testað fyri korona

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder