Innanlands

Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september

Talan er um ein vøkstur á 1,1 prosent í mun til september 2022, vísa tøl frá Hagstovuni

Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar kommunu (Mynd: Hagstovan)

Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar kommunu (Mynd: Hagstovan)

2023-10-11 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør - ein vøkstur á 1,1 prosent.

Tað er meira enn undanfarna tíðarskeiðið - september 2021 til september 2022 - har vøksturin var eitt prosent - 559 fólk, vísa tøl frá Hagstovuni.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 209 fólk og eini nettoflyting á 367 fólk.

Seinasta árið var ein lítil vøkstur í burðaravlopinum og ein lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið. Burðaravlopið vaks serliga, tí færri doyðu enn í undanfarna tíðarskeiði, og nettoflytingin minkaði, tí tilflytingin minkaði, meðan fráflytingin vaks, skrivar Hagstovan.

Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder