Mikunáttina um eitt-tíðina var innbrot á Hotel Hafnia á Áarvegnum í Havn. Ein innbrotstjóvur var komin inn í matgoymsluna á hotellinum, har matur varð stolin.
Á hotellinum eru vakmyndatól, og eftir at løgreglan hevur hugt eftir upptøkunum, hevur løgreglan góð spor at ganga eftir, og vaktleiðarin hjá løgregluni roknar við, at viðkomandi verður handtikin einaferð í dag.
Mánanáttina var innbrot í matsøluni Fish & Chips á Vaglinum ella gl. kommunuskúlagarði ikki so langt frá Hafnia.
Her vórðu pengar stolnir, umleið tveytúsund krónur. Ein maður er skuldsettur í málinum, og pengarnir eru komnir afturíaftur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Málið er tó ikki fult uppklárað, tí illgruni er um, at fleiri vóru við í hesum innbrotinum, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald