
Løgreglan skuldsetti í gjár trý fólk fyri at hava stolið eina rættiliga stóra mongd av sterkum rúsdrekka á einum skeinkistaði í Havn.
Málið byrjaði við, at eitt gistingarhús í høvuðsstaðnum ringdi til løgregluna og boðaði frá, at óynsktir persónar var komin inn á gistingarhúsið. Tað bendi á, at tey høvdu sjálv innskrivað seg á eitt kamar.
Løgreglan fór á staðið at kanna málið, og fann útav, at talan helst var um eina misskiljing.
Men løgreglan kom fram á misteinkiliga nógv rúsdrekka inni í kamarinum, og fór at kanna tað nærri. Í fyrstu atløgu vórðu fólkini biðin um at fara úr kamarinum – tey vórðu tikin við í politibilin, sett av í miðbýnum í Havn.
Síðan var farið at kanna og spyrja seg fyri hjá skeinkistøðunum í býnum. Og funnið var fram til eitt skeinkistað, sum hevði havt innbrot har nógvar fløskur av sterkum rúsdrekka vóru horvnar.
Funnið varð fram til fólkini aftur, og tey vórðu tikin á løgreglustøðina til avhoyringar. Onkur teirra viðgekk at hava brotið inn og stolið rúsdrekkað – onkur segði seg einki kenna um tað.
Fólkini vórðu seinni í gjár leyslatin, men eru nú skuldsetr fyri innbrot og stuldur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald