Stjórin á amerikanska blaðnum The Washington Post, William Lewis, sum hevur staðið á odda fyri blaðnum síðan 2024, hevur sagt seg úr starvi, upplýsir blaðið fyri tíðindastovuni Reuters.
Í fráboðan, sum er deild á sosiala miðlinum X, skrivar hann m.a.:
– Undir mínari leiðslu eru torførar avgerðir tiknar fyri at tryggja eina burðardygga framtíð fyri The Post, so hann í nógv ár framyvir kann geva út óheft tíðindi av høgari góðsku til milliónir av kundum hvønn einasta dag.
Tað er Amazon-stovnarin, Jeff Bezos, sum eigur The Washington Post, og honum takkar Lewis eisini fyri sín stuðul og leiðslu undir hansara tíð sum stjóri.
– Stovnurin kundi ikki havt ein betri eigara, skrivar Lewis.
Jeff D'Onofrio, fíggjarstjóri á blaðnum, verður virkandi stjóri.
Stjóraskiftið kemur, eftir at The Washington Post í farnu viku boðaði frá skerjingum í starvsfólkahópinum, skrivar Ritzau.
Dulnevndar keldur upplýsa, sambært New York Times, at umleið 30 prosent av øllum starvsfólkunum verða uppsøgd.
The Washington Post varð stovnað í 1877 og er m.a. kent fyri at hava havt ein stóran leiklut í Watergategøluni, sum hevði við sær, at Richard Nixon legði frá sær sum forseti í 1974.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald