Innanlands

Stjórin á Vørn var umborð

Aðalstjórin í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, váttar fyri Frihedsbrevet, at stjórin á Vørn var í bátinum, sum rendi á Brimil á bátastevnu leygardagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-21 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stjórin á Vørn var umborð á skjóttgangandi bátinum, sum leygardagin rendi á Brimil. Tað váttar Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- fiskimálaráðnum, fyri Frihedsbrevet í dag.

Nógv hevur verið skrivað um samanstoytin í Vestmanna leygardagin, tá ein skjóttgangandi bátur rendi í síðuna á bjargingar- og vaktarskipinum Brimil.

Leysasøgur hava gingið um, hvør skal hava verið við í bátinum, og nú váttar aðalstjórin søguna. Stjórin á Vørn var íblandaður óhappið. Vørn hevur ábyrgd av Brimli og trygd á sjónum sum heild.

Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, sigur við Frihedsbrevet at hann hevur biðið stjóran á Vørn um eina frágreiðing.

Stjórin á Vørn er sjúkrameldaður aftaná óhappið á bátastevnuni leygardagin.

- Nú skal hann koma fyri seg, og tá vit so hava fingið og lisið frágreiðingina, taka vit tað harfrá”, sigur Herálvur Joensen, við miðilin.

Løgreglan hevur higartil ikki vilja úttala seg um málið, men vaktleiðarin á løgreglustøðini segði í morgun, at tá avhoyringar og kanningar eru lidnar væntandi seinni í dag, verður meira at frætta. Hetta væntandi í morgin.

Les eisini: Skiparin á Brimli sá tilburðin

Les eisini: Løgreglan um óhappið á Vestmanna: Tit frætta nærri í morgin

--

Stjórnin á FM1: Fólk spekulera upp aftur meira tá einki fæst at vita

- Øll vita hvønn hetta snýr seg um. Um fútin heldur hondina yvir onkrum sum hann heldur situr ov ovarliga, so hava vit eina korrumperaða skipan, bleiv millum annað sagt í Stjórnini á FM1 mikudagin.

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder