Uttanlands

Stjórin í Apple gevst

John Ternus tekur í heyst við sum nýggjur stjóri í risastóru tøknifyritøkuni fyri Timm Cook, ið gerst nevndarformaður

Timm Cook, ið tók við sum stjóri eftir stovnaran Steva Jobs, gevst í starvinum í heyst (Mynd: EPA)

Timm Cook, ið tók við sum stjóri eftir stovnaran Steva Jobs, gevst í starvinum í heyst (Mynd: EPA)

2026-04-21 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra amerikanska tøknifyritøkan og Iphone-framleiðarin, Apple, útnevndi í gjár John Ternus til nýggjan stjóra í felagnum.

Hetta eftir at núverandi ovasti stjórin, Tim Cook, ið hevur sitið á sessinum í 15 ár, nú hevur valt at gevast fyri í staðin at gerast nevndarformaður í felagnum.

Cook tók við starvinum eftir stovnaran, Steve Jobs, í 2011.

John Ternus, sum tekur við í stjórasessinu í september, hevur arbeitt hjá Apple síðan 2001.

Hann er í løtuni stjóri fyri menningardeildini í felagnum og hevur havt ein týðandi leiklut at menna nýggjar vørur fyri felagið, eitt nú teldlarnar og tráðleysu oyratelefonirnar hjá Apple,

Han är i dag chef för bolagets utveckling av hårdvara och har haft en betydande roll i att utveckla nya produkter för bolaget, som surfplattan och Apples trådlösa hörlurar. 

[object Object]
John Ternus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder