Innanlands

Stjórnarkreppa í Finnlandi

Antti Rinne leggur møguliga frá sær í dag

Finski forsætisráðharrin, Antti Rinne (Savnsmynd: EPA)

Finski forsætisráðharrin, Antti Rinne (Savnsmynd: EPA)

2019-12-03 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarkreppa er í Finnlandi, og finskir miðlar skriva í dag, at tað er sannlíkt, at sosialdemokratiski forsætisráðharrin, Antti Rinne, fer at leggja frá sær í dag.

Tað er samgonguflokkurin, Centerpartiet, sum hevur boðað frá, at tey ikki longur hava álit á forsætisráðharranum. Orsøkin er ein kreppa í finska postverkinum.

Ein arbeiðsósemja er í finska postverkinum, Posti, sum hevur elvt til fleiri verkføll. Ósemjan hevur vundið upp á seg, serliga eftir at 700 starvsfólk í Posti vórðu flutt yvir í eitt dótturfelag, sum virkar undir einum øðrum sáttmála. Harvið vórðu tey eisini noydd niður í lægri løn.

Antti Rinne var fyri ákoyringum fyri sín máta at handfara kreppuna, og hann verður eisini ákærdur fyri at hava sagt ósatt fyri Ríkisdegnum.

Fimm flokkar eru í breiðu finsku stjórnarsamgonguni. Talan er um sosialdemokratiska flokkin hjá Rinne, SPD, Centerpartiet, Tey Grønu, Vänsterforbundet og Svenska Folkpartiet. Finnland hevur í løtuni formansskapin í ES.

Mið-vinstra-samgongan hjá Rinne hevur sitið við valdið síðan juni, og henda stjórnin hevur havt størri trupulleikar av støðuni á arbeiðsmarknaðinum, enn undanfarna mið-høgra-stjórnin hevði.

Sjálvur er Rinne fyrrverandi fakfelagsleiðari. Hann hevur fyrr sagt, at hann ikki fer at góðtaka, at alment starvsfólk fáa verri umstøður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder