Innanlands

Stjórnin gevur heimansendu umbering

Av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn frá 1929 til 1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark

Pernille Rosenkrantz-Theil (Mynd: sm.dk)

Pernille Rosenkrantz-Theil (Mynd: sm.dk)

2023-07-19 17:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey fólk í ser- og andveikraforsorgini, sum vórðu flut heimanífrá í tíðarskeiðinum 1933 til 1980, og sum vóru fyri sviki og ágangi, fáa nú umbering frá donsku stjórnini.

Tað er danska ráðkvinna við almanna- og bústaðarmálum, Pernille Rosenkrantz-Teil, sum fer at ber fram umberingina á einum tiltaki 11. september.

Og í hesum sambandi fer Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javna, Megd og øðrum at skipa fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, samstundis sum tiltakið er í Danmark.

Tiltakið er fyri tey, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar, teirra avvarðandi og onnur áhugað, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Ein søgulig frágreiðing um donsku ser- og andveikraforsorgina fyri tíðarskeiðið 1933-1980 hevur varpað ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu. Børn, ung og vaksin hava verið fyri sviki og ágangi, meðan tey hava verið undir varðveitslu hjá statinum.

- Hóast føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark, ikki eru tikin við í frágreiðingini, vita vit, at føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark aftrat øllum hinum, sum frágreiðingin lýsir, hava verið í eini verri støðu, tí tey vórðu send burtur frá sínum kenda umhvørvi, til eitt annað land, við eini aðrari mentan og við einum øðrum máli, sum tey ikki skiltu – langt burturi frá sínum kæru.

- Talan var um danskt málsøki, sum síðani er yvirtikið. Í 1973 varð byrjað at taka fólk heimaftur til Føroya. Vit vita, at av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1929-1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark.

Skipað verður fyri einum tiltaki í Føroyum, soleiðis at tey, sum vórðu send á stovn í Danmark, og eru komin heimaftur, kunnu vera saman og fylgja við í stroymingini, tá Pernille Rosenkrantz-Theil, vegna donsku stjórnina, fer at geva eina umbering til tey, sum vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini, sum vóru fyri sviki og ágangi.

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fer at bera fram røðu, eins og annað verður fyriskipað. Eisini verður middegismáli og okkurt gott aftur við kaffinum.

Meira um tiltakið og um hvussu tilmeldast kann er at síggja á heimasíðuni hjá Almanna- og mentamálaráðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder