Mikudagur er, og tað merkir, at Stjórnin aftur savnast at viðgerða aktuell politisk evni.
Tað verða bæði føroysk evni og útlendsk á breddanum í dag, tá Árni Gregersen fær royndu politikkarnar í rásarúmið.
Mánadagin vóru júst 80 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna í 1946, har ein meiriluti av føroyingunum valdu at loysa frá Danmark.
Millum annað varð sjóneykan sett á Fólkaatkvøðuna á almennum fundi og í kjaki á Klaksvík mánadagin - til ber at lurta her (Norðlýsið)
Hugt verður eitt sindur støðuni í dag, og hetta við at vera ein sjálvstøður statur og ikki; millum annað hvørjir handilsmøguleikar eru.
Hugt verður eisini eftir støðuni í Týsklandi, har AfD hevur vunnið valið í landslutinum Saschen Anhalt, og ein høgrasnaring sæst sum heild.
So er tað Svøríki, har val er í gongd.
Til ber at hoyra sendingina á FM1 frá klokkan 17.15 og stroyma á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald