Innanlands

Støða skal takast til nýtt røktarheim

Ætlanin er at 64 búpláss og 16 atknýttum røktaríbúðir skulu vera tøkar á økinum á Stórubrekku. Tórshavnar kommuna er farið í gongd við fyrireikandi arbeiði - tilmæli kemur fyri á býráðsfundi í kvøld

2021-09-30 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið í Tórshavnar kommunu skal í kvøld taka støðu til eitt tilmæli um at staðseta nýtt røktarheim við røktaríbúðum á økinum á Stórubrekku.

Talan er um nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum, skrivar kommunan á heimasíðu sínari

- Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd. Hetta er ein stór verkætlan, og sum støðan er við vaksandi tali av eldri borgarum og minkandi arbeiðsmegi, er neyðugt at hugsa nýtt, tá bygt verður.

Heilsu- og eldranevndin og fíggjarnevndin taka undir við málinum, skrivar torshavn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder